Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sjónband: Paul Watson verður ivaleyst ikki aftur í summar

John Paul De Joria er farin til Hull í Stórabretlandi at umvælast, og síðani gongur leiðin víðari til Biscaya, sigur Paul Watson í sjónbandi

Skipið hjá Paul Watson, John Paul De Joria, skal nú til Hull í Stórabretlandi, har ætlanin er at gera nakrar umvælingar á skipið, og um nakrar mánaðir gongur leiðin til Biscaya víkina, har ætlanin er at órógva virksemið hjá stórtrolarum.

Hetta sigur Paul Watson sjálvur í einum videobroti, ið er lagt út á Facebook síðuna hjá John Paul De Joria.

Alt bendir á, at vitjanin hjá Paul Watson í Føroyum í summar tí er av, og Paul Watson tykist at vera nøgdur við avrikið.

Paul Watson ger í videobrotinum greitt, at ætlanin var at leggja seg upp í hvalaveiðu í Íslandi í summar, men av tí at fyribils forboð varð sett fyri hvalaveiðu í Íslandi, gjørdu tey umborð á John Paul De Joria av at sigla til Føroya ístaðin. Paul Watson sigur, at endamálið við vitjanini í Føroyum var at skapa kontrovers, og at hetta eydnaðist.

Serliga vísir Paul Watson á, at tað, at føroyingar drupu grind framman fyri cruise skipinum Ambition hjá Ambassador Cruise Line, hevur víst seg at vera ein fongur fyri umhvørvisfelagsskapin, tí hetta skapti nógvar negativar reaktiónir, ið Paul Watson og hansara fólk kundu hjálpa við at fáa út til miðlar kring heim.

John Paul De Joria er partur av felagsskapinum Captain Paul Watson Foundation, sum Paul Watson setti á stovn, eftir at hann varð koyrdur úr Sea Shepherd.

Og Captain Paul Watson Foundation hevur nú fingið eitt limafelag aftrat, tí á somu Facebook síðu verður eisini boðað frá, at týskarar hava sett á stovn Captain Paul Watson Foundation Germany.

Les eisini...  Vunnu hóast undirtal

Í uppslagi á Facebooksíðuni hjá týska felagsskapinum verður gjørt greitt, at felagsskapurin er framvegis spildurnýggjur, og at roynt verður at fáa fígging til virksemið.