Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Champions League: Magne heldur at KÍ vísti Häcken ov stóra virðing

Hoyr samrøðuna Trygvi Absalonsen gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Magne Hoseth aftaná 0-0 javnleikin við Djúpumýru móti svensku meistarunum, BK Häcken í fyrra dystinum í øðrum umfarinum í Champions League undankappingini.

Magne Hoseth heldur, at KÍ – serliga í fyrra hálvleiki – vísti Häcken ov stóra virðing, men tað batnaði munandi í seinna hálvleiki. Nú fer KÍ eftir einum góðum avriki niðri í Göteborg, og so mugu vit síggja hvussu langt tað røkkur.