Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Mandarin-litta felagið 136 ár í dag

Tann 26. juli 1887 varð Blackpool Football Club stovnað í býnum Blackpool í Lancashire í Onglandi.

Fótbóltsspælið vann frama í Blackpool í 1877, tá Victoria F.C. varð stovnað sum partur av kirkjuni og spældi á Caunce Street. Felagið fór í tvíningar nøkur ár seinni, men nakrir limir slógu seg saman við St John’s School og stovnaðu eitt nýtt felag kallað Blackpool St John’s. Ein tvístøða var tann 26. juli 1887, tá ein fundur varð hildin á vertshúsinum, har fimm limir ynsktu, at býarnavnið skuldi síggjast aftur í navninum. Tá hinir limirnir ikki tóku undir við uppskotinum, rýmdu teir fimm av fundinum og stovnaðu beinanvegin eitt nýtt felag, sum skuldi umboða allan býin. Navnið gjørdist Blackpool Football Club.

Blackpool var við til at seta Fótbóltsdeildina í Lancashire á stovn, sum fór av bakkastokki í kappingarárinum 1889-90. Blackpool vann meistaraheitið í 1894, men fekk fíggjarligar trupulleikar stutt eftir og flutti sín limaskap í 1896 til kappingarneytan, Football League. Teir hava síðani hoyrt til Football League undantikið kappingarárið 1889-90, tá felagið vendi aftur til Lancashire League.

Blackpool slapp aftur uppí Football League í 1900 sum partur av 2. deild. Hóast felagið ofta stríddist ímóti niðurflyting, vann felagið uppflyting til bestu deildina í 1930 frammanfyri Chelsea á 2. plássi. Felagið spældi trý ár í bestu deildini, áðrenn liðið flutti niður í kappingarárinum 1932-33.

Mandarin-litin tók felagið endaliga til sín í 1939, men uppskotið átti Blackpool-stjórin, Albert Hargreaves, sum eisini var dómari og hann hevði dømt landsdystin Holland og Belgia. Honum dámdi sera væl litin hjá Hollandi og gjørdist seinni formaður hjá Blackpool. Tann 25. august 1923 spældi Blackpool fyrstu ferð í mandarin-litinum og hevur havt litin síðani uttan árini 1934-39.

Les eisini...  Taptu fyri Kýpros

Glæsiliga tíðarskeiðið hjá felagnum vóru árini eftir seinna heimsbardaga, har felagið spældi 21 ár á rað í bestu deildini frá 1946 til 1967, og endaði á 2. plássi í 1956 og 3. plássi í 1951. Tað var í hesum tíðarskeiðnum, at liðið vann sokallaðu Finaluna hjá Matthews, har Stanley Matthews legði upp til trý mál, meðan Stan Mortensen skoraði eitt hattrikk og Blackpool vann 4-3 eftir at hava verið 1-3 afturút.

Niðurgongdin hjá felagnum byrjaði so spakuliga í 1970- og 1980-árunum, og felagið flutti niður í 4. Deild frá 1981 til 1985 og umaftur frá 1990 til 1992. Felagið fekk aftur framgongd, tá tað flutti upp í bestu deildina kappingarárið 2010-11, men síðani komu verri tíðir og undan kappingarárinum 2014-15 rýmdu heili 27 leikarar tvær vikur áðrenn kappingarbyrjan. Felagið mátti aftur niður í 4. deild at venda.

Í 2020-21 vann liðið EFL League One frásáldingarfinaluna og flutti upp í næstbestu deildina. Tað var 6. ferð av 8 møguligum, at felagið vann frásáldingarfinaluna, men gleðin var stokkut, tí árið eftir flutti felagið niður aftur í 3. bestu deildina.