Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hernaðarkvett í Niger

Ein partur av herinum hevur framt kvett í vesturafrikanska landinum Niger, og forsetin er settur í varðhald

Hermenn úr afrikanska landinum Niger hava í sjónvarpinum gjørt greitt, at teir hava framt kvett í landinum, og at grundlógin í landinum er gjørd óvirkin.

Allir landsins stovnar eru eisini gjørdir óvirknir, og landið hevur stongt mørkini til grannalondini, siga hermenninir, og Amadou Abdramane oberstur, sum er ein teirra, sigur í sjónvarpinum, at kvettið er framt, tí at landið varð ov illa stjórnað.

Forsetin í landinum, Mohamed Bazoum, er sum skilst í varðhaldi hjá forsetaverjuni. Tað er ikki greitt, júst hvar hann verður hildin í varðhaldi, men eftir øllum at døma hevur hann framvegis atgongd til Twitter, tí smbært BBC skrivaði hann í morgun á Twitter, at teir íbúgvar í Niger, sum elska demokrati, fara ikki at lata framgongdina í landinum fara fyri skjeyti.

Bazoum forseti, sum er ein sameindur í stríðnum móti islamistiskum uppreistrarbólkum í Afrika, hevur fingið fullan stuðul bæði frá amerikanska uttanríkisráðharranum Anthony Blinken, og eisini ST-aðalskrivarin, Antonio Guterres, gevur Bazoum forseta fullan stuðul.

Abdramane oberstur sigur, at landið verður nú stjórnað av National Council for the Safeguard of the Homeland, sum á føroyskum merkir Tjóðarráðið fyri verju av heimlandinum, og hann heitir á uttanveltað um ikki at leggja seg upp í viðurskiftini hjá Niger.

Tað er ikki greitt, hvør mannar hetta tjóðarráðið, men sambært The Guardian spælir forsetaverjan ein stóran leiklut í kvettinum, tí herurin hevur hótt við at leypa á forsetaverjuna, um hon ikki gevst.

Niger er triðja landið í Vesturafrika, ið innan fá ár hevur havt trupulleikar við kvettroyndum. Bæði Mali og Burkina Faso hava seinastu árini verið úti fyri kvettroyndum, sum hava verið úrslit av islamistiskum uppreistri.