Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nú er møguligt at gera tekstbrot á TikTok

Tik Tok almannakunnger, at nú ber til skriva smá tekstbrot á sosiala miðlunum, sum harvið tekur kappingina upp við Twitter – ella X, sum tað nú eitur

Sosiali miðilin TikTok, ið er kendur fyri síni vanaelvandi videobrot, víðkar nú um sítt virksemi.

Nú ber til at gera smá teksbrot í kinversku appini, sum hevur umleið eina milliard brúkarar kring heimin.

Tað skrivar Reuters-tíðindastovan.

Á TikTok kunnu brúkarar nú skriva tekstbrot, sum í mesta lagið kunnu vera 1.000 tekn. Eisini er møguligt at eyðmerkja (tagga) aðrar brúkarar og brúka hassjtagg – júst soleiðis, ið vit kenna tað frá øðrum sosialum miðlum, sum eitt nú Instagram, Facebook og Twitter, ið eftir øllum at døma hevur broytt navn til X.

Og júst orrustan um Twitter, sum bæði hevur fingið navnabroyting, men eisini hevur skift eyðkenda fuglin út við eitt svart x, hevur, sambært Reuters, fingið TikTok til at víðka um møguleikarnar hjá sær, soleiðis at nú eisini er møguligt at skriva ein stuttan tekst.

Áður hevur eisini eigarin av Meta, Mark Zuckerberg, kunngjørt sín nýggja sosiala miðil, Threads, sum minnir nógv um Twitter.

Threads hevur havt nógvan vind í seglini fyrstu tíðina, tí bara fimm dagar eftir, at nýggi sosiali miðilin varð almannakunngjørdur, høvdu 100 milliónir brúkarar tikið hesa appina niður.