Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Forboð at brúka el-rennihjól kemur í heyst

Ein broyting í ferðslulógini, sum setur forboð fyri at brúka el-rennihjól á almennum vegi, kemur í tingið í heyst

Føroya Rættur staðfesti í dómi tann 13. juni 2023, at el-rennihjól ikki kunnu nýtast á øki, sum ferðslulógin er galdandi fyri. Dómurin staðfestir, at nýtsla av óskrásettum el-rennihjóli í ferðsluni verður revsað við sekt.

Hetta kunngjørdi Føroya Politi í tíðindaskrivi í juni.

Við dóminum í Føroya rætti varð staðfest, at ferðslulógin, sum hon er orðað nú, loyvir ikki brúk av el-rennihjóli á almennum vegi í Føroyum.

Hóast hetta, so kemur ein broyting í ferðslulógini, sum setur forboð fyri at brúka el-rennihjól á almennum vegi, í tingið í heyst.

Hetta veit Kringvarpið at siga.

Landsstýrið ætlar eisini at gera aðrar broytingar í ferðslulógini.

Eitt nú broyting í reglunum um handhildna teleútgerð og um onnur handhildin samskiftistól.

Eisini er ætlanin, at skeiðið í rúsdrekka og ferðslu í framtíðini eisini skal umfata rúsevni.