Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hallur er rørdur av móttøkuni hann hevur fingið frá KÍ-fjepparunum

Hoyr samrøðuna Trygvi Absalonsen gjørdi við Hall Hansson eitt samdøgur undan dystinum móti BK Häcken í Göteborg. Hallur sigur seg vera rørdan av móttøkuni hann hevur fingið frá mongu KÍ-fjepparunum, og tað var torført hjá honum at halda tárini aftur, tá hann var skiftur út í heimadystinum. Hallur sigur hópin hjá KÍ vera so róligan til hesar stóru altjóða uppgávurnar, og tað er nakað sum smittar.