Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tað verður fitt av KÍ-fjepparum til dystin í Göteborg

Hoyr samrøðuna Trygvi Absalonsen gjørdi við formannin hjá KÍ, Tummas Lervig eitt samdøgur áðrenn Champions League undankappingardystin móti BK Häcken í Göteborg. Tummas staðfestir, at KÍ hevur trý skot í byrsuni fyri at røkka einum bólkaspæli, og hann trýr upp á, at KÍ kann yvirraska og knógva Häcken. Tummas veit um minst 70 KÍ-fjepparar, ið koma til dystin, umframt føroyingar sum eru á leiðini.