Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

B36 spælir í walisiska høvuðsstaðnum í kvøld

Eftir KÍ-bragdið í gjár, er tað B36, sum í kvøld skal spæla sín returdyst í Conference League-undankappingini móti Haverfordwest

Í kvøld, hóskvøldið 3. august, skal B36 spæla útidyst í øðrum umfari av UEFA Confenerce League ímóti Haverfordwest County úr Wales. Fyrri dysturin millum liðini endaði 2-1 til B36.

Dysturin í kvøld verður spældir á Cardiff City Stadium, sum tekur 33.280 áskoðarar.

Hetta er ikki heimavøllur hjá mótstøðuliðnum hjá B36, Haverfordwest County, men er leikvøllur hjá Cardiff City, umframt at landsliðið hjá Wales hevur heimavøll har.

Vøllurin er ein sokallaður hybrid vøllur, sum er ein blandingur millum natúrligt gras og graslíki.

Dómarabólkurin í kvøld eru úr Eysturríki, og dómari verður 34 ára gamli Christian-Petru Ciochirca.

Dysturin byrjar klokkan 19.45, og Televarpið vísir dystin á R5.