Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Håkan og Glenn vilja hava føroyskar spælarar til Svøríkis

Føroyski landsliðsvenjarin og fyrrverandi NSÍ-venjari halda, at føroyskir fótbóltsspælarar hava støði til at klára seg í svenskum fótbólti

Eftir KÍ bragdið í gjárkvøldið heima móti Molde, so hevur heimspressan aftur vent eyguni móti Føroyum.

Hetta hevur fingið bæði føroyska landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, og fyrrverandi TB/FCS/Royn- og NSÍ-venjaran, Glenn Ståhl, til at koma við einari áminning til svensk fótbóltslið.

– Lið í Allsvenskan (besta fótbóltsdeildin í Svøríki, journ.) hava ikki fyri neyðuni at fara allanvegin hinumegin klótuna – ella eisini Íslands, fyri at fáa fatur á evnaríkum spælarum. Har eru fleiri evnaríkir spælarar í Føroyum, sigur føroyski landsliðsvenjarin við svenska Aftonbladet.

Håkan fær undirtøku frá Glenn Ståhl, sum bæði var venjari hjá felagsliðnum í Suðuroy í 2018 og hjá NSÍ í 2020.

– Eg havi sagt tað, síðan eg fyrstu ferð var í Føroyum. Kanska eiga liðini í bestu fótbóltsdeildini at hyggja nærri eftir fótbóltstalentum í Føroyum, heldur enn talentum hinumegin jørðina. Í Føroyum eru nógvir evnaríkir fótbóltsspælarar, skrivar Glenn Ståhl á sínum X-vanga, tað sum áður æt Twitter.