Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Suðuroyar Sparikassi tillagar út- og innlánsrenturnar

Evropeiski miðbankin og danski tjóðbankin hava hækkað rentuna, og nú ger Suðuroyar Sparikassi tað eisini

Eftir at evropeiski miðbankin og danski tjóðbankin 28. juli 2023 hækkaðu leiðandi rentuna við 0,25 %-stigum, so hækkar Suðuroyar Sparikassi nú eisini út- og innlánsrenturnar.

Tað kunngerð Suðuroyar Sparikassi í tíðindaskrivi.

Út – og innlánsrenturnar hækka við upp til 0,25 %-stigum p.a fyri bæði privat- og vinnukundar.

Rentubroytingarnar koma í gildi tann 18. september 2023.

Rentuyvirlitið á heimasíðuni verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.