Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Brúkaraumboðið: Villeiðandi lýsing frá Nema

Eftir áheitan frá einum brúkara, hevur Brúkaraumboðið viðgjørt eina lýsing hjá Nema. Niðurstøðan er, at lýsingin var villeiðandi

Brúkaraumboðið hevur viðgjørt eina fráboðan frá einum brúkara um eina Facebook lýsing frá Nema, og niðurstøðan hjá Brúkaraumboðnum er, at lýsingin var villeiðandi.

Brúkarin hevði boðað frá, at Nema hevði lýst á Facebook, at sparast kundi upp til 2.300 krónur, men tá farið varð inn á viðheftu leinkjuna, var eingin sparing áljóðandi 2.300 krónur at síggja.

Nema hevur greitt Brúkaraumboðnum frá, at talan var um eina ávísa Samsung telefon, har tað bar til at spara 2.300 krónur.

Tó vóru bert tríggjar av hesum telefonunum, og vøran varð tí útseld beinanvegin, og av somu orsøk var vøran ikki at síggja á nethandlinum meira.

Brúkaraumboðið heitti tí á Nema um at vísa sjónliga á síðuni við niðursettum vørum, at vøran var útseld. Eisini vísti Brúkaraumboðið á, at tá talan er um tilboð við avmarkaðari vøru, skal hetta upplýsast.

Brúkaraumboðið helt eisini, at lýsingarteksturin var villeiðandi, tí at teksturin legði upp til, at sparast kundi upp til 2.300 krónur við at keypa eina Apple telefon ella Apple farteldu.

Hetta var kortini ikki so, og tað mesta, ið brúkarin kundi spara við at keypa eina Apple telefon var 1.602 krónur, og við keypi av einari Apple farteldu kundi brúkarin spara 1.000 krónur.

Samsung telefonin, har sparingin var 2.300 krónur, var ikki nevnd í lýsingartekstinum.

Nema hevur strikað lýsingina, og Brúkaraumboðið ger ikki meira við málið.