Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kvinna datt úti á Kallinum

Tyrla varð boðsend

Fríggjadagin var ein donsk kvinna so óheppin at detta brattlendinum, tá hon var úti í Kallinum á Kalsoynni. Kvinnan meiðslaði sær beinið, og hevði brúk fyri hjálp. Ringt varð til løgregluna, sum setti tilbúgvingina í gongd.

Hetta var klokkan 13.20.

Ein tyrla hjá Atlantsflog bleiv send avstað til Kalsoyar, sum flutti kvinnuna á Landssjúkrahúsið.

Vørn skrivar, at tað tók ein tíma – frá tí, at boðini komu inn klokkan 13,20 – at øll uppgávan var loyst.