Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Landsstýrismaðurin skal greiða frá um súkkling eftir landsvegnum

Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin, vil hava landsstýrismannin í samferðslumálum at greiða frá, hvussu Føroyar kunnu gerast betri fyri súkklarar

Tað kundi verið lættari at súkkla í Føroyum – eisini eftir landsvegakervinum.
Tað heldur Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin, sum vil hava Dennis Holm, landsstýrismann í samferðslumálum, at greiða frá, hvussu Føroyar kunnu gerast eitt meira súkkluvinarligt land.


Steffan Klein Poulsen hevur sett landsstýrismanninum skrivligan fyrispurning um súkkling eftir landsvegnum, har Steffan Klein Poulsen millum annað fregnast eftir at vita, hvussu landsstýrismaðurin sær fyri sær, at Føroyar kunnu gerast eitt meira súkkluvinarligt land, og hvat landsstýrismaðurin metir, at ein súkklubreyt kostar fyri hvønn kilometur eftir landsvegnum.


Steffan Klein Poulsen vísir á, at tað eru ikki nógvar súkklur at síggja eftir landsvegnum, og at hetta er kanska ikki uttan orsøk, tí at umstøðurnar eru ikki rættiliga til hetta.


Súkklur og bilar kunnu vera til ampa fyri hvønn annan, men hetta kundi verið øðrvísi, heldur tingmaðurin fyri Miðflokkin, sum vísir á, at í Danmark eru súkklubreytir so at siga allastaðni, og at í Norra hava tey “súkklukontaktir” við tunnilsmunnarnar, sum súkklarnir kunnu trýsta á, áðrenn teir fara inn í tunnilin. Kontaktin ávarar síðani bilførarar um, at súkklur eru í tunlinum.


Steffan Klein Poulsen vil tí eisini hava at vita, hvussu tunlarnir í Føroyum kunnu gerast tryggari fyri súkklarar, og hvat tað kostar at seta eina súkklukontakt upp við tunnilsmunnan.


– Slíkar súkklubreytir og tiltøk skapa munandi betri og tryggari umstøður fyri súkklarar. Hetta kundi við við til at fingið fleiri føroyingar at súkkla til og frá arbeiði, tá ørindi skulu gerast, og í frítíðini annars. Hesar somu súkklubreytir høvdu eisini verið til stórt gagn fyri borgarar, ið fara til gongu ella renna ímillum bygdirnar, sigur Steffan Klein Poulsen, sum eisini heldur, at súkklur eru eitt sunt alternativ til bilin, tí at tær brenna kaloriur til gagns fyri likamið heldur enn at brenna olju.