Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Erlendur Magnusson er givin í B36

Tann 25 ára gamli Erlendur Magnusson er givin í B36 og verður tí ikki við í Kroatia, tá ið teir hvítu skulu leika seinna dystin ímóti HNK Rijeka.

Tá ið B36 skulu leika seinna dystin í Conference League ímóti HNK Rijeka, verður tað uttan Erlendur Magnusson. Tann 25 ára gamli Erlendur skal á lestrarørindi í Danmark og er tí givin í B36, sambært álítandi keldum.

Erlendur Magnusson hevur drigist við skaðar tey seinnu árini, men kom fyri seg aftur í fjør. Erlendur var so óheppin at slíta krossbandið tvær ferðir og hevur tí verið uttanfyri í eina rúma tíð. Fyrri skaðin hendi tann 30. september 2018 ímóti Víkingi í Sarpugerði.

Áðrenn skaðarnir byrjaðu í 2018 var hann fastur maður á B36 liðnum og var eisini einaferð upp á tal til landsliðið. Erlendur Magnusson hevur leikt 7 dystir fyri U21 landsliðið og 3 dystir fyri U19 landsliðið.

Hann var við aftur frá byrjan, tá ið Betri Deildin fór í gongd aftur og hevur leikt 12 dystir í ár.

Erlendur var við í hópinum í fyrra dystinum ímóti HNK Rijeka og kom inn á vøllin í nakrar minuttir. Tað kroatiska liðið fór heim aftur við einum 3-1 sigri á Tórsvølli.

B36 skal leika tann seinna dystin í Kroatia, dysturin verður ímorgin klokkan 19:15. Dysturin kann síggjast á Televarpinum, kostnaðurin er kr. 100.