Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ljóðbrot: Súkklubreytir eru ein spurningur um raðfestingar

Tað er ikki órealistiskt at gera súkklubreytir fram við føroysku landsvegunum, um tað er tað, vit vilja hava, sigur Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri ferðslutrygd, um møguleikan at seta súkklukontaktir upp við tunnilsmunnarnar, og um møguleikan at gera súkklubreytir fram við landsvegnum

Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin, hevur sett landsstýrismanninum í samferðslumálum fyrispurning um súkklubreytir eftir landsvegnum og súkklukontaktir við tunnilsmunnarnar.

Alt, sum økir um trygdina í føroysku ferðsluni, er at gleðast um, heldur stjórin í Ráðnum fyri ferðslutrygd.

Trýst á pílin niðanfyri og hoyr samrøðuna við Lovisu Petersen Glerfoss, sum var í tíðindunum á FM1 í gjár