Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Magne Hoseth er stúrin um komandi útidyst í Evropa

Eftir tapið fyri norsku meistarunum, so skal KÍ allarhelst spæla ímóti Sheriff Tiraspol úr pro-russisku enklavuni í Moldova, Transnistria, og tað hóvar ikki KÍ-venjaranum

Eftir 2-0 tapið fyri Molde í gjárkvøldið, so tapti KÍ samanlagt 3-2 fyri norsku meistarunum um at koma til play off-dystin til bólkaspælið í Champions League.

Men KÍ heldur fram í Evropa, og skal nú spæla um at koma í bólkaspælið í Europa League, og tað er ikki hvat fyri helst mótstøðulið, ið KÍ skal møta í komandi dysti. KÍ skal møta vinnaranum av dystinum millum Sheriff Tiraspol og Bate Barisov úr Belarus, og tað er eftir øllum at døma Sheriff Tiraspol, sum KÍ kemur at møta, tí Sheriff Tiraspol vann fyrra dystin millum liðini heili 5-1.

Tað í sær sjálvum er einki løgi í, men tað er heldur hvar Sheriff Tiraspol til dagliga heldur til og spælir sínar heimadystir, ið elvir til høvuðbrýggj hjá norska venjaranum hjá KÍ, Magna Hoseth.

Sheriff Tiraspol er úr pro-russisku enklavuni í Moldova, Transnistria, og eftir russisku innrásina í Ukraina avgjørdi UEFA, at tað ikki var trygt nokk at spæla evropeiskar dystir í Tiraspol, sum er høvuðsstaðurin í Transnistria, ið er eitt útbrótaraøki í Moldova, sum hevur sterkt tilknýti til Russlands.

Men nú loyvir UEFA aftur dystir í Tiraspol, sum liggur á markinum til Ukraina, 100 kilometrar frá Odessa, har russar hava framt nógv álop, og tað er nakað, sum órógvar KÍ-venjaran, Magna Hoseth.

– Vit skulu niður til kríggið. Eg læs fyri trimum døgum síðan, at Odessa hevur opnað strendurnar og alt er fínt, men dagin eftir varð tað pínadoyð bumbað har, so eg veit ikki, hvat sum kemur at henda, sigur KÍ-venjarin við norska Dagbladet.

Les eisini...  Ingilín: Batar í barsilsskipanini

Veit ikki, um dysturin verður fluttur.

– Um ikki UEFA longu hyggur eftir støðuni har, so haldi eg ikki, at KÍ og Føroyar megna at flyta dystin. Tað er danska uttanríkismálaráðið, ið má koma inn og gera tað arbeiðið. Men vit mugu bara taka tað, sum tað kemur. Hatta er ein frístatur, har hvørki eg ella nógvir av okkum hava verið áður, so tað verður spennandi, sigur Magne Hoseth.

Norska uttanríkisráðið mælir sínum borgarum frá at ferðast til Transnistria, um tað ikki er neyðugt, men verður hugt inn á heimasíðuna hjá danska uttanríkisráðnum, so stendur einki um Transnistria har.

Transnistria er ein útbrótararepublikk í Moldova, sum hevur sterk bond til Russlands.

– Eg havi sagt við dreingirnar, at vit mugu vinna fyrra dystin 4-0 heima, soleiðis at vit kunnu tapa dystin 3-0 harniðri við ikki at møta upp til seinna dystin, sigur Magne Hoseth, men sigur samstundis, at KÍ bíðar til í dag fyri at síggja, hvussu tað útviklar seg.

– Sum støðan er nú, so ferðast vit niður har til seinna dystin og spæla returdystin, sigur KÍ-venjarin við Dagbladet.