Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stórt “Fótbóltsskýlið” um fyrstu tveir triðingarnar av kappingini millum klokkan 15.05 og 16.55

Petur Asbjørn Lervig reikar fyri sendingini “Fótbóltsskýlið” á FM1 í tveir senditímar fríggjadagin, har sent verður millum klokkan 15.05 og klokkan 16.55. Gestir hjá Petur Asbirni vera Oddbjørn Joensen, Jákup Ósá, Trygvi Absalonsen og Rúni á Reynatrøð. Tikið verður samanum avrikini hjá teimum 10 liðunum í Betrideildini hjá monnum tveir teir fyrstu triðingarnar av kappingini.