Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Treystiskapping: Tyrlan mátti í fjøllini eftir luttakara

Í hesum døgum er NIAR treystiskapping í Føroyum, og í gjár mátti tyrlan í fjøllini eftir einum luttakara, hvørs knæ ikki megnaði meira

Løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir um, at møguliga eru fólk komin í óføri í fjøllunum, tí nógv ljós hevur seinastu dagarnar verið at sæð í fjøllunum.

Talan hevur tó verið um bólkar, ið hava kappast í Nordic Islands Adventure Race kappingini, sum seinastu dagarnar hevur verið kring landið.

Nordic Islands Adventure Race er ein sokallað treystikapping, har fólk skulu súkkla, ganga og rógva í fleiri dagar, og talan er um eina kapping, ið ikki er fyri sartar sálir.

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at løgreglan er varug við fólkini í fjøllunum og hevur verið í sambandi við fyriskipararnar. Fyriskipararnir hava eisini gjørt løgregluni greitt, at kappingin hevur sítt egna bjargingarlið.

Og tørvur hevur verið á hesum bjargingarliðnum, sum í minsta lagi eina ferð hevur verið eftir einum bólki.

Tó so hava eisini verið boð eftir føroysku tilbúgvingini, tí løgreglan fekk í gjár eina uppringing frá einum, sum ikki megnaði meira. Knæið var gingið fyri, og hann megnaði tí ikki at koma úr fjøllunum sjálvur.

Tyrlan varð send eftir manninum, sum varð fluttur á sjúkrahúsið at kanna knæið.

Alt bendir á, at tað er føroyski Jákup Petur Eliassen, sum um okkara leiðir er kendur fyri síni roysnisbrøgd bæði á súkklu og til gongu, ið mátti fáa tyrluna eftir sær, tí á Facebook hevur kona hansara lagt mynd út av Jákupi Petur Eliassen, har hann er í knæskinnara.

-Update: @kenbarentsen og @jakuppetur78 eru givnir. Knæið hjá JP vildi ikki meir, so nú er hann á veg til røntgen. Annars, so hava teir tað gott, skrivar Súsanna Eliassen á Facebook.

Les eisini...  Icelandair fer at flúgva til Føroya

Teir fyri luttakararnir komu á mál seinnapartin í gjár, og hava fyri tað mesta verið norðanfyri.

Meira er at síggja um kappingina inni á niar.io.