Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Innflutningurin í ár á sama støði sum í fjør

Fyrstu seks mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 5,9 milliardir krónur, sum er líka nógv sum sama tíðarskeið í fjør. Munurin er 2,5 milliónir krónur

Innflutningurin er á sama støði sum í fjør. Vit hava innflutt fyri 2,5 milliónir krónur meira í ár, enn fyri teir fyrstu seks mánaðirnar í fjør.

Tað vísir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni.

Oljuprísurin er lækkaður seinasta hálva árið, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Innflutningsvirðið av brennievni var 891,9 milliónir krónur fyrru helvt av 2023. Hetta eru 169,3 milliónir krónur, ella 16 prosent, lægri enn fyrra hálvár 2022.

Størsti vøksturin er í bólkinum “rávøra til fiskavirking” (fyri tað mesta feskur toskur og makrelur). Har er innflutt fyri 192 milliónir krónur meira, enn sama tíðarskeið í fjør, sum er ein vøkstur upp á 52 prosent.

Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av tilfari til hav- og landbúnaðin (fyri tað mesta alifóður). Innflutningsvirðið er vaksið 108,5 milliónir krónur, ella 32,7 prosent, í ár – í mun til sama tíðarskeið í fjør.