Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sethúsaprísirnir halda fram við at hækka

Sethúsaprísirnir hækkaðu eitt vet í 2. ársfjóðingi í ár samanborið við 1. ársfjórðing

Í 2. ársfjórðingi kostaðu eini miðal sethús í Tórshavn 3,9 mió. krónur, og í Eysturoynni 2,4 mió. krónur. Miðalprísurin í Føroyum var 2,7 mió. krónur.

Miðalprísurin fyri fyrra hálvár 2023 var ávíkavist 3,8 og 2,2 mió. krónur í Tórshavn og Eysturoynni. Miðalprísurin fyri alt landið var 2,5 mió. krónur.

Hóast miðalprísurin 2. ársfjórðing í ár er hækkaður eitt vet, so er miðalprísurin higartil í 2023 áleið tann sami, sum miðalprísurin fyri 2022.

Kára á Dunga, stjóri í Betri Heim, sigur soleiðis um gongdina á sethúsaprísunum: 

– Vit høvdu væntað príslækkingar og færri sølur í 2. ársfjórðingi, men enn síggja vit ikki stórvegis broytingar í bústaðarmynstrinum. Vit síggja samstundis, at lutfalsliga fleiri bústaðir vórðu seldir í høvuðsstaðarøkinum í mun til aðrastaðnis í landinum, men tað er ikki vist, at tað heldur fram.

Bústaðarbyrðan er vorðin tyngri
Bústaðarbyrðan lýsir, hvussu stóran part av inntøkuni eftir skatt eitt par við tveimum børnum undir sjey ár skal brúka upp á at gjalda sítt sethúsalán.

Í 2022 var bústaðarbyrðan í Tórshavn og í Eysturoynni ávíkavist 37 og 21 prosent. Fyri allar Føroyar var hon í miðal 25 prosent.

Higartil í ár er bústaðarbyrðan í Tórshavn og Eysturoynni ávíkavist 43 og 23 prosent. Fyri allar Føroyar er hon í miðal 27 prosent.

Sostatt er bústaðarbyrðan í Tórshavn vorðin seks prosentstig tyngri, og í Eysturoynni og í miðal fyri alt landið er hon vorðin tvey prosentstig tyngri.

Hóast miðalprísurin higartil í ár ikki er broyttur tað stóra samanborið við í fjør, er bústaðarbyrðan vorðin tyngri, tí rentan er hækkað. Harumframt er rentan hækkað tvær ferðir í 3. ársfjórðingi í ár, og tí kann væntast, at bústaðarbyrðan verður enn tyngri. Skal bústaðarbyrðan lætna er neyðugt, at tøka inntøkan hækkar ella miðalprísirnir lækka.