Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Søgan um KÍ-búmerkið

Nakrir unglingar góvu KÍ nýtt búmerki í 1974 í sambandi við eina ferð til Íslands.

Árið 1974 var sera hendingaríkt fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag, sum fylti 70 ár. Heili 18 nevndarfundir vórðu hildnir og fýra av teimum í januar mánaði. Stórmálini vóru: Hátíðardagur felagsins 24. august, ljósútbúnaður við vøllin, og so skuldi støða takast til møguligar vallarbroytingar, tí svimjihøll skuldi byggjast á økinum.

Tíðliga á árinum hendi ein broyting í nevndini. Christian Jørgensen, sum var arbeiðsformaður hjá “Kanjon”, flutti til Havnar, har fyritøkan hevði fingið ein skúla at byggja – tað var ivaleyst fyrsta byggistig av Eysturskúlanum. Í staðin fyri hann kom fyrsti eykamaður, Jógvan Norðbúð, í nevndina.

Unglingaliðið hjá reykjavíkarfelagnum Fram hevði vitjað í Klaksvík í 1973. Á fundi 30. januar varð nevndin samd um, at skilagott er at lata KÍ-unglingarnir fara til Íslands sama summarið, “um so er, at felagið kann fáa ein góðan ferðaleiðara”. Jógvan Norðbúð, nevndarlimur og ein av ungu leikarunum á meistaradeildarliðnum var fúsur at fara.

Tað var í sambandi við hesa ferð til Íslands, at tríggir unglingar meta, at gamla búmerkið ikki var serliga vakurt. Teir bjóðaðu seg til at gera eitt nýtt búmerki, har einasta treytin var, at V skuldi vera við á búmerkinum. Teir, sum vóru við til at gera merkið, vóru Jógvan Norðbúð, Jon Olsen og Ólavur Johannessen. Búmerkið varð gjørt í kjallaranum hjá Norðtex, har HF-skúlin seinni helt til. Ólavur Johannessen teknaði upprunaliga uppritið, meðan Árni Joensen, seinni KÍ-formaður, reinteknaði búmerkið.

Farið varð 2. juli og komið aftur 11. juli. Hetta var væl eydnað ferð, og unglingarnir stóðu seg bara væl. Teir leiktu tríggjar dystir, vunnu 2-1 á Breiðabliki úr Kópavági, sum er vinabýur Klaksvíkar, so taptu teir 1-0 fyri vertsfelagnum Fram og 4-1 fyri Vali.