Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bjørt: Heilt serstakt at hitta Zelenskyj

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, hava í dag hitt forsetan í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, sum vitjaði í Fólkatinginum í dag. Ukrainski forsetin skifti eisini orð við føroysku politikkarnar

– Heilt serstakt í dag at hitta og hoyra Zelenskyj forseta í Ukraina.

Soleiðis skrivar Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, á sínum Facebook-vanga, eftir at hon og løgmaður, Aksel V. Johannesen, hava verið í Fólkatinginum í dag í samband við, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, er á stuttari vitjan í Danmark.

Zelenskyj takkaði fyri, at Føroyar hava hýst ukrainskum flóttafólkum.

– Í stuttu samrøðu okkara millum nevndi eg ukrainsku flóttafólkini í Føroyum, og Zelensky takkaði fyri, at vit hýsa fólki hansara. Løgmaður segði, at Zelenskyj var væl komin til Føroya, og forsetin svaraði, at tað vildi hann fegin, tá kríggið er av. Hjartanemandi røður frá einum forseta, ið umboðar eitt fólk, ið stríðist fyri lívinum og missir fólk í hópatali hvønn dag, skrivar Bjørt Samuelsen.

Ukrainski forsetin helt røðu í Landstingssalinum, og var eisini til døgurða hjá Margrethu drotning, áðrenn hann helt røðu frammanfyri Christiansborg, har nógv fólk vóru møtt at hoyra hann halda røðu.

Forsetin takkaði fyri stuðulin frá donsku stjórnini og danska fólkinum, og hevði eisini hesi orðini til danska fólkið.

– Tá kríggið er liðugt, so kunnu vit sita saman og siga “skál”.

Volodymyr Zelenskyj hevur verið á stuttari vitjan í Niðurlondum og Danmark í samband við, at hesi lond nú alment hava meldað út, at tey fara at lata Ukraina F-16 stríðsflogfør.

Niðurlond geva 42 flogfør, meðan Danmark fara at lata 19 F-16 flogfør.