Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

KÍ enn einaferð føroyameistari í bestu kvinnudeildini

Leygardagin vunnu kvinnurnar hjá KÍ 5-0 á EBS/Skála, og tryggjaðu sær harvið føroyameistaraheitið fyri 2023

Tað hevur gingið sum eftir ánni hjá KÍ kvinnunum í ár, og nú fýra umfør eru eftir at spæla, er longu greitt, at tær fimta árið á rað vinna føroyameistaraheitið. Talan er um føroyameistaraheitið nummar 23 tey seinastu 27 árini.

Gongdin í ár hevur eisini verið øgilig: 17 dystir og 17 sigrar, og ein málmun, ið sigur 78-4.

Tað eru einfaldu tølini hjá fremsta kvinnuliðnum hjá KÍ higartil í landskappingini, og nú fýra dystir eru eftir at spæla, er eisini greitt, at einki av hinum liðunum kann fáa tær kongabláu aftur á stigatalvuni.

Leygardagin hevði KÍ vitjan av EBS/Skála, og úrslitið gjørdist ein sannførandi 5-0 sigur til nýklæktu føroyameistararnar.

Maria Vinjardsdóttir Johansen skoraði tvær ferðir, meðan Rebekka Benbakkoura, Tóra Mohr og Tórunn Joensen gjørdu hvør sítt mál.

Seinastu 27 kappingarárini hevur KÍ vunnið ikki færri enn 23 FM. Í 1998 vann B36, í ’99 HB, og í 2017 og 2018 var tað EBS/Skála, ið fór avstað við føroyameistaraheitunum.

Tríggir aðrir dystir hava eisini verið um vikuskiftið. Í Runavík vann NSÍ 3-1 á B36, og í Havn vann HB 3-0 á 07 Vestur. Fríggjakvøldið tók TB/FCS/Royn ímóti Víkingi, og har gjørdist úrslitið javnleikur 3-3.

Síðsta umfar í Betri Deildini 2023 hjá kvinnum verður spælt leygardagin 14. oktober.

Støðan:

#LiðDVJTMFMMStig
11717007847451
2NSÍ16112367175035
3HB16111440202034
4B361683538162227
5Víkingur165383538-318
607 Vestur1633102563-3812
7EBS/Skála1511131664-484
8TB/FCS/Royn160313683-773
fsf.fo

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo