Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Mannarættindafelagsskapur: Saudi Arabia hevur dripið fleiri hundrað migrantar

Mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch ákærir Saudi Arabia fyri hópdráp av migrantum við markið til Yemen. Saudi Arabia vísir ákærunum frá sær

Í nýggjari frágreiðing ákærir mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch marknavaktir í Saudi Arabia fyri at hava gjørt av við fleiri hundrað migrantar, ið hava roynt at tikið seg inn í landið um markið millum Saudi Arabia og Yemen.

Fleiri migrantar hava greitt BBC frá, at tey hava mist limir av skotløstunum, umframt at tey sóu lík á leiðini inn í Saudi Arabia.

Saudi Arabia hevur áður avvíst at hava staðið fyri systematiskum drápi av migrantum.

Í frágreiðingini frá Human Rights Watch eru sambært BBC fráboðanir og vitnisfrágreiðingar frá migrantum, ið vilja vera við, at saudiskir løgreglumenn og hermenn bæði skutu eftir teimum við skotvápnum og við spreingivápnum, tá tey royndu at sleppa inn í Saudi Arabia gjøgnum markið norðan fyri í Yemen.

Somuleiðis hava migrantar greitt BBC frá, at skotið varð eftir teimum, tá tey royndu at sleppa sær inn í Saudi Arabia, eisini hóast konufólk og børn vóru í fylginum.

Nógvir av migrantunum eru úr Etiopia og leita eftir einari betri tilveru í Saudi Arabia, sum er væl ríkari enn bæði Yemen og Etiopia.

Borgarakríggj í Yemen

Borgarakríggj hevur síðan 2014 verið í Yemen, og ST metir, at kríggið hevur kostað næstan 400.000 fólkum lívi.

Síðan 2015 hevur Saudi Arabia staðið á odda fyri hernaðarligari uppílegging í Yemen, men uppíleggingin hevur verið fyri hvøssum atfinningum fyri at gera støðuna í Yemen verri.

Vandamikil leið til Saudi Arabia

Sambært ST stovninum fyri migratión fara fleiri enn 200.000 fólk hvørt ár vandamiklu leiðina úr Afrika tvørtur um Aden flógvan til Yemen, har leiðin síðani gongur víðari norðureftir til Saudi Arabia.

Les eisini...  Gjørdist illa fyri umborð

Eftir vanligu migrantleiðunum í Yemen síggjast grøvir hjá teimum, ið hava latið lív á vegnum til Saudi Arabia, og fleiri mannarættindafelagsskapir vilja sambært BBC vera við, at vanligt er, at migrantar verða bæði fongslaðir og avbukaðir á vegnum.

Men nýggja frágreiðingin hjá Human Rights Watch vil vera við, at her er talan um mannarættindabrot á einum heilt øðrum støði.

-Tað, sum vit hava staðfest, er í grundini hópdráp, sigur Nadia Hardman, sum er høvuðshøvundur handan frágreiðingina, við BBC.

Frágreiðingin, sum hevur lýst tíðarskeiðið frá mars í fjør til juni í ár, staðfestir 28 ymiskar hendingar, har spreingivápn hava verið nýtt, og 14 skottilburðir við stuttari frástøðu.

-Eg havi sæð fleiri hundrað ógvisligar myndir og sjónbond, sum eru send til mín av teimum, ið yvirlivdu. Tey vísa rættiliga ræðandi skaðar og spreingisár, sigur Nadia Hardmann.

Saudiska stjórnin vísir atfinningum frá sær

Stjórnin í Saudi Arabia sigur seg taka ákærunar í álvara, men vísir staðiliga frá sær, at talan skal vera um systematisk dráp av migrantum, ella at talan er um hópdráp.

Saudiska stjórnin vil vera við, at myndugleikarnir í Saudi Arabia hava ikki funnið nøkur prógv fyri, at ákærurnar eru haldgóðar.