Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

258 børn í trettan forskúlum

Hetta skúlaárið ganga 258 børn í trettan forskúlum samanborið við 242 børn í ellivu forskúlum síðsta skúlaár

Nýggjastu forskúlarnir eru á Velbastað og Tvøroyri. Forskúlin á Tvøroyri eitur Gluggin, og er tann fyrsti í oynni. Á heimasíðuni hjá Tvøroyar kommunu ber til at lesa, at fyrsti skúladagurin, sum var í farnu viku, var hugnaligur.

– Næmingarnir vórðu væl móttiknir, tá teir komu inn í stovuna. Tær tríggjar, ið koma til at hava sína dagligu gongd í forskúlanum, Jouanita Schrøter Holm, Karin Kristina Eysturberg og Sheila Tjaldrastein Strøm, saman við skúlastjóranum í Tvøroyrar skúla, Jón Johannesen, tóku ímóti børnum og foreldrum og vístu teimum til plássini, ið tey koma til at hava, nú forskúlin veruliga fer at byrja.

Heimasíðan skrivar, at starvsfólkini undirstrikaðu, at hetta er ikki ein skúli, eins og vit kenna tað frá fólkaskúlanum. Jú, næmingarnir koma at læra um tøl og stavir, men hetta verður ígjøgnum spæl og hugna. 

Forskúlin er ætlaður sum bindiliðið til fyrsta flokk í fólkaskúlanum. Tá forskúlanæmingarnir koma í fyrsta flokk komandi ár, er meiningin at teir hava lætt við at venja seg við tilveruna sum fólkaskúlanæmingar. Hetta, tí ein stóran part av tí, ið næmingarnir koma at hoyra um, hava teir longu hoyrt um í forskúlanum. Lærararnir í fólkaskúlanum kunnu tí hugsavna seg meiri um tað bókliga, heldur enn at brúka fyrstu mánaðirnar upp á at venja børnini til at vera still og lurta eftir, skrivar Skúlablaðið.

Forskúlarnir eru hesir:

Lítliskúli: Níggju næmingar

Frískúlin Keldan: Níggju næmingar

Velbastaðar skúli: Ein næmingur

Tvøroyar skúli: 24 næmingar

Skúlin í Eysturkommu: 29 næmingar

Skúlin á Fløtum: 53 næmingar

Skúlin á Argjahamri: 14 næmingar

Les eisini...  Magnus sleppur ikki til Póllands

Skála skúli: Tíggju næmingar

Sankta Frans: 47 næmingar

Runavíkar kommunu: 48 næmingar

Nólsoyar skúli: Tvær næmingar

Kaldbaks skúli: Fimm næmingar

Eiðis skúli: Sjey næmingar

Kelda: Skúlablaðið