Nógv nýggj lesandi vóru møtt upp í Sjóvinnuhúsinum – í Kongshøll – í gjár, har Fróðskaparsetur Føroya eisini heldur til.
256 lesandi á 20 útbúgvingum høvdu sín fyrsta dag, har tey fingu lestrarkort og góð vælkomuorð og tónleik í Kongshøll, áðrenn tey fóru út á sínar egnu deildir, har tey eisini hava innleiðslur hesa vikuna, skrivar heimasíðan hjá Fróðskaparsetrinum.
Í ár fer Námsvísindadeildin á fyrsta sinni at hava tveir flokkar av námsfrøðingum, nú samfelagsligi tørvurin á teimum er so stórur. Tilsamans 44 námsfrøðilesandi eru í 2023-árganginum.
25 nýggj sjúkrarøktarfrøðilesandi byrjaðu eisini í gjár, og aftrat hinum 25, sum byrjaðu í januar, er tann árgangurin sostatt 50.
Á spildurnýggju útbúgvingini, master í Dátuvísindum, fara 17 lesandi nú til verka.
Ársins umsóknartøl og tøl fyri tey, sum eru byrjað á teimum ymisku útbúgvingunum, eru her:

Kelda: setur.fo