Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrsti málskjúttin í Bundesliguni nakrantíð

60 ár síðani fyrsta kappingarárið í Bundesliguni

Tann 2. august 1963 skoraði áleyparin hjá Borussia Dortmund, Friedhelm “Timo” Konietzka fyrsta málið í týsku Bundesliguni, tá hann skoraði í fyrsta minutti í byrjanardystinum ímóti Werder Bremen. Klokkan vísti 16.59 týska tíð, tá Konietzka sendi bóltin fram við málverjanum hjá Werder Bremen, Klaus Lambertz. Dysturin byrjaði áðrenn, hann skuldi og tað finnast tíverri ongar myndir ella sjónbandaupptøkur av málinum.

Kappingarárið 1963-64 var fyrsta kappingarárið í Bundesliguni, sum varð sett á stovn undanfarna summarið. Dortmund var eitt av fimm liðum frá økiskappingini Oberliga West, sum vann sær rættin til at spæla í nýggju landskappingini, sum taldi 16 lið, meðan Werder Bremen var eitt av trimum liðum frá Oberliga Nord. Dortmund hevði eisini vunnið seinasta týska meistaraheitið ímóti 1. FC Köln, áðrenn Bundesligan varð sett á stovn í 1963. 1. FC Köln vann allarfyrsta meistaraheitið í Bundesliguni í 1964.

Í byrjanardystinum skoraði Konietzka sítt annað mál í 90. minutti, men Werder Bremen skoraði trý í millumbilinum og vann 3-2. Kortini eydnaðist kappingarárið betri fyri Dortmund, sum endaði á 4. plássi, meðan Werder Bremen endaði á 10. plássi.

Í 1965 skoraði Konietzka aftur fyrsta málið í kappingarárinum ímóti Bayern München, sum júst var flutt upp og leingi var hann tann einasti, sum hevði megnað tað.  Tað er bara Thomas Müller, sum hevur gjørt honum bragdið eftir: Í 2010-11 og 2014-15. Thomas Müller spælir fyri Bayern München.

Umframt týska meistaraheitið við Dortmund í 1963, so gjørdist “Timo” Konietzka eisini týskur steypavinnari í 1965 við Dortmund umframt týskur meistari við 1860 München í 1965-66, áðrenn hann skifti til sveitsiskan fótbólt í 1967.