Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Mistu dóttrina burtur í mjørkanum

Funnu gentuna aftur í øllum góðum

Í gjár var ein familja farin ein túr niðan á Klakk, sum er ein farleið, ið er nógv vitjað.

Men ólukkutíð kom mjørkin á tey, áðrenn tey vistu av, og tað hevði millum annað við sær, at tíggju ára gamla dóttirin bleiv burtur í mjørkanum.

Hetta var um 13-tíðina seinnapartin.

Tað skrivar dimma.fo.

Ringt varð til løgregluna, tí tey vóru stúrin um gentuna. Øll tilbúgvingin var sett í verk beinavegin, men lukkutíð bleiv gentan funnin aftur, áðrenn leitingin byrjaði.

Familjan hevði hoyrt ungu gentuna rópt í mjørkanum og funnu hana aftur í øllum góðum, tí ringdi pápin aftur til løgregluna – gott og væl ein hálvan tíma seinni – at boða frá, at tey høvdu funnið tíggju ára gomlu dóttrina aftur og at alt stóð væl til.