Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Súgvirør og koppar av pappíri er kanska ikki so umhvørvisvinaligt kortini

Granskarar í Belgia hava funnið evnafrøðilig evni í 18 av 20 merkjum av súgvirøri, sum møguliga eru skaðilig fyri fólk, djór og umhvørvið

Bæði súgvirør og koppar av pappíri innihalda møguliga eitrandi evnafrøðilig evni, og er kanska ikki so gott fyri umhvørvið enn súgvirør og koppar, ið eru gjørd úr plasti, ávara granskarar.

Granskarar í Belgia hava funnið evnafrøðilig evni í 18 av 20 merkjum av súgvirøri, sum møguliga eru skaðilig fyri fólk, djór og umhvørvið.

Tað skrivar norska tíðindastovan, NTB.

Fleiri lond, harímillum Bretland og Belgia, hava bannað allari sølu av einnýtisvørur, ið eru gjørd úr plasti.

Í fyrstu greiningini av sínum slag í Evropa, og bara onnur greiningin yvirhøvur, hava granskarar testað 39 sløg av súgvirørum fyri evnafrøðilig evni sum eitt nú poly- og perfluoralkylevni (PFAS).

PFAS varð funnið í teimum flestu súgvirørunum, ið vórðu kannaði, og nøgdin var størri, tá tað kom til pappír og bambus, sambært kanningini, sum er almannakunngjørd í tíðarritinum Food Additives and Contaminants.

Sambært einari svenskari kanning við lærda háskúlan í Gøteborg, so er tað sama galdandi, tá tað kemur til koppar, ið eru gjørdir av pappíri.

Svenska kanningin kom fram til, at tey eitrandi evnini í pappíri kunnu elva til eins stóran skaða á livandi verur, eins og koppur úr plasti, um hetta endar úti í náttúruni.