Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Pusher Street skal latast aftur

Drápið á Christiania um vikuskiftið hevur sett ferð á kjakið um Pusher Street. Pusher Street skal latast aftur, ger danski løgmálaráðharrin greitt

Pusher Street á Christiania í Keypmannahavn skal latast aftur.

Hetta hevur danski løgmálaráðharrin, Peter Hummelgaard, gjørt greitt, eftir at ein skottilburður á Christiania um vikuskiftið kostaði einum manni lívið.

Nógvur harðskapur hevur seinastu tíðina verið millum bandarnar báðar Hell’s Angels og Loyal To Familia, sum báðir fáast við sølu av rúsevnum í Keypmannahavn, millum annað á Pusher Street.

Hetta elvir stundum til samanbrestir millum bandarnar, og um vikuskiftið varð ein 30 ára gamal maður skotin til deyðis.

Morðið hevur elvt til ótta í Keypmannahavn, og serliga á Christiania, og sambært DR vilja Christianittar ikki longur, at Pusher Street skal vera centrum fyri rúsevnasølu í Keypmannahavn.

Peter Hummelgaard hevur ætlanir um at steðga søluni av rúsevnum á Pusher Street, men júst hvussu hetta skal eydnast, veit hann ikki.

Óttast verður, at um rúsevnasølan á Pusher Street verður steðgað, so flytir sølan og harðskapurin seg bara út til aðrar partar av Keypmannahavn.

Mett verður, at umsetningurin av rúsevnum á Pusher Street er umleið ein milliard krónur um árið.

Peter Hummelgaard sigur við DR, at stjórnin er til reiðar við nøkrum amboðum at taka í nýtslu móti organiseraðu rúsevnasøluni, men hann vil ikki siga nágreiniliga, hvørji hesi amboðini eru.

Løgreglan í Keypmannahavn hevur frammanundan sett tvær sokallaðar visitatiónssonur í verk, sum innibera, at inni í hesum sonunum hevur løgreglan heimild at kropskanna fólk, hóast løgreglufólkini ikki hava grundaðan illgruna um rúsevnasølu.

Hetta hevur til endamáls at órógva rúsevnasølufólkini.

Visitatiónssonurnar skulu taka broddin av teimum konfliktunum, sum uppstanda millum bandarnar báðar, men visitatiónssonurnar eru ikki nøkur loysn í sjálvum sær, hvørki fyri rúsevnasølu á Pusher Street ella í samfelagnum yvirhøvur, sigur Peter Hummelgaard.

Les eisini...  (Tonik.fo) Samrøða við Sáru Olsen frá Hotel Hafnia og Bergur Thomsen frá Sensen Travel

Langtíðarætlanin er kortini, at Christiania skal virka sum eitt og hvørt annað grannalag í Keypmannahavn, sigur danski løgmálaráðharrin.