Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Smábátar á nátaveiðu steðgaðu upp

Vit eru í hægstu nátatíð, men tað kemur meira enn so fyri, at smábátar hava maskintrupulleikar

Nú vit nærkast endanum av august, eru vit í bestu nátatíð, har smábátar eru úti á havi á nátaveiðu, og soleiðis var eisini seinasta fríggjadag, tá veðrið var til vildar.

Men eins og undanfarin ár, so eru tað bátar, ið mugu hava hjálp til at koma til lands aftur, og soleiðis var eisini fríggjadagin.

Ein havhestabátur fekk maskinbrek vestur úr Trøllhøvda í Sandoynni.

Hetta var um sjey-tíðina um morgunin.

Skiparin boðaði MRCC frá, at hann hevði brúk fyri sleip til Havnar. Rescue Sverri varð boðsendur at sleipa bátin. Arbeitt bleiv upp á motorin, og løtu seinni fekk báturin motorin í gongd og sigldi víðari við egnari megi.

Men verri stóð til við einum havhestabáti, ið var staddur eystur úr Svínoynni henda sama dagin. Her var báturin uppsteðgaður, tí eingin olja var eftir. Ziska fór úr Klaksvík til bátin og hjálpti honum til lands.