Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

US Open: Holger Rune útsligin í fyrsta umfari

Rune hartaði fyriskipararnar fyri at geva sær ein av smærri vallunum at spæla á. Hetta var kanska betri ógjørt, tí Rune varð sendur heim í fýra settum í gjár av óseedaða Carballes Baena

Tað eydnaðist ikki danska Holger Rune í gjár at spæla seg víðari úr fyrsta umfari í US Open.

Holger Rune, sum var seedaður sum nummar fýra í kappingini, tapti í fýra settum móti Roberto Carballes Baena, sum liggur nummar 63 á ATP styrkilistanum.

Tapið smakkar ivaleyst illa hjá Holger Rune, sum undan kappingini hevði givið ilt av sær, tí at hann skuldi spæla fyrsta umfar á vølli fimm.

Á Twitter legði Holger Rune eitt kort út av Flushing Meadows kompleksinum, har US Open er, og hann við fylgjarar sínar, at hann legði kortið út, um so var, at tey ikki kláraðu at finna vøll fimm, sum liggur millum stóru vallirnar Arthur Ashe og Grandstand.

Uttan iva var hetta eitt skot eftir fyriskiparunum, men hetta gav altso bakslag í gjár, tí rættiliga fitt av fólki var møtt upp á vølli fimm, bert fyri at síggja 20-ára gamla Rune tapa til óseedaða spaniólan.

Úrslitið er uttan samanbering tað vánaligasta grand slam úrslitið hjá Holger Rune higartil í ár. Til Australian Open spældi Rune seg til fjórða umfar, meðan han kom til fjórðingsfinalurnar í bæði French Open og Wimbledon.

Holger Rune er kortini ikki einasti danski leikarin í Us Open, og aftrat honum eru eisini Caroline Wozniacki og Clara Tauson.

Caroline Wozniacki gjørdi fyrr í ár greitt, at hon byrjaði aftur á yrkisleiðini um tennisleikari eftir at hava verið givin í trý ár, og hóast úrslitini ikki hava verið tey allarbestu, so vann hon dystin í fyrsta umfari í gjár móti Tatianu Prozorova í tveimum settum.

Les eisini...  Allarfyrsti fótbóltsdysturin

Clara Tausen spælir sín fyrsta dyst í dag.

Caroline Wozniacki vann sannførandi á Tatianu Prozorova í gjár. Mynd: EPA