Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Frá feriu á Rhodos til evropeiskt bólkaspæl

Hann hevði sáttmála fram til 31. august við KÍ, men nú hevur svenski málverjin, Jonathan Johansson, skrivað undir sáttmála til 31. desember

Umleið ein mánað undan dystinum móti Ferencvaros var Jonathan Johansson farin í feriu á Rhodos, tá KÍ-venjarin, Magne Hoseth, ringdi til hansara, tí hann hevði brúk fyri einum eykamálverja, og hann stóð væl í dystunum móti ungverska meistaraliðnum, og gjørdist eisini stóra hetjan, tá KÍ varpaði svensku meistararnar úr Champions League-undankappingini, tá hann bjargaði brotsspark í brotssparkskappingini.

Men svenski málmaðurin hjá KÍ, sum kom til felagið áðrenn summar skuldi eftir ætlan bara vera í Klaksvík til 31.august. Í dag er greitt, at sáttmálin millum partarnar er longdur.

– Nú hevur Jonatan longt til 31.desember og verður sostatt ein partur av hópinum restina av árinum og hetta gleðast vit sjálvsagt um, skrivar KÍ á heimasíðu sínari.

Heimasíðan skrivar eisini, at umframt at vera málverji hjá KÍ, so verður Jonathan eisini partur av Akademinum sum málmansvenjari í felagnum.

Søgan um KÍ-málverjan er farin víða um úti í heimi, tí í veruleikanum var hann givin at spæla fótbólt. Jonathan Johansson legði faktiskt málmanshandskarnar á hillina í 2021 og fór at arbeiða sum elektrikari í Oslo, men hann saknaði at spæla fótbólt, og fór tí at spæla sum miðverji í norsku 5. deild fyrr í vár.

Men tá ið KÍ-venjarin ringdi til hansara, meðan Jonathan var í feriu, ja, so er restin søga, ið talar fyri seg.