Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Lokking og avnoyðsla send til almenna hoyring

Lógaruppskot er nú sent til ummælis um at lokking og kynslig avnoyðsla skal vera kynslig brotsverk í Føroyum

Í sambandi við, at Føroya Politi kannar eitt størri mál um kynsligan ágang móti børnum og ungum á netinum, so setti landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, sær fyri í farna mánaða, at tað beinanvegin skal farast undir at fyrireika lóggávu, sum ger sokallaða “grooming” og “sextortión” revsivert.

Nú er lógaruppskotið komið so mikið væl áleiðis, at Løgmálaráðið í dag hevur sent lógaruppskotið til ummælis; at lokking og kynslig avnoyðsla vera kynslig brotsverk í Føroyum, eins og tey eru í nógvum øðrum londum, skriar Løgmálaráðið á heimasíðu sínari.

“Lokking” verður eisini kallað “grooming” og sipar til, tá ið persónur roynir at byggja upp samband við eitt barn ella ein ungan undir 18 ár við ætlan um seinni at fremja kynsligan ágang móti barninum ella tí unga. Sambandið verður vanliga bygt upp á netinum.

Kynslig avnoyðsla eitur á enskum “sextortion” og er samanseting av orðunum “sex” og “extortion.” Hetta er, tá ið fólk eitt nú brúka nakinmyndir ella annað kynsligt tilfar av órættaða til at noyða órættaða at fremja kynsligar gerðir á seg sjálvan.

– Seinastu árini hevur tað víst seg, at kynsligur harðskapur byrjar á netinum. Okkara børn og ung ferðast nógv á netinum, og tí mugu tey verjast betur, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, við heimasíðuna.

Uppskotið verður væntandi borið í tingið í heyst, og skal eftir ætlan koma í gildi 1. januar 2024.

Til ber at lesa og ummæla lógaruppskotið HER.

Kelda: Løgmálaráðið