Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

StÍF fingið nýggjan formann

Nevndarval var á skránni til árliga aðalfundin hjá Stranda Ítróttarfelag týskvøldið

StÍF hevði árliga aðalfund týskvøldið 29. august í bygdahúsinum á Strondum.

Uppmøtingin var góð, á leið 40 fólk.

Nevndarval var á skránni.

Rúni Rasmussen, sum hevur verið formaður seinastu trý árini, legði frá sær sum formaður, men heldur fram í nevndini.

Elin Maria Bærentsen, Janneth Heinesen og Magni Jacobsen stillaði ikki uppaftur. Elin Maria og Janneth hava sitið í nevndini í fimm ár, og Magni hevur sitið í tvey ár. StÍF takkar teimum hjartaliga fyri teirra stóra arbeiði og íkast fyri felagið.

Gleðiligt var, at fleiri valevni bjóðaðu seg fram á aðalfundinum. Hesi eru nývald í nevndina: Ólavur í Geil, Ann Berg Christensen, Sára Mrdalo, Simona Paula á Fríðriksmørk og Suni Ernstsson. Alexandur Johansen er tiltakslimur. Nevndin telur nú sjey limir umframt ein tiltakslim.

Nýggja nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Egi Gothard Danielsen, formaður
Ann Berg Christensen, næstforkvinna
Rúni Rasmussen, skrivari
Suni Ernstsson, kassameistari
Ólavur í Geil, nevndarlimur
Sára Mrdalo, nevndarlimur
Simona Paula á Fríðriksmørk, nevndarlimur
Alexandur Johansen, tiltakslimur

Nýggja nevndin er farin til verka, og er spent at menna StÍF enn meira saman við nógvum góðum eldsálum og stuðlum.

Kelda: StÍF