Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stjórnin – politikkur á skák – beinleiðis á FM1 eftir tíðindini klokkan 17

Árni Gregersen hevur samlað sítt Á-lið, sum í dag fer at viðgera fýra evni

Tað er mikudagur, og tað merkir, at “Stjórnin – politikkur á skák” er á skránni.

Í dag fara gestirnir hjá Árna Gregersen, Tórbjørn Jacobsen, Jóannes Eidesgaard og Heðin Zachariasen, at viðgera fýra evni.

Búskaparráðið letur fríggjadagin sína heystfrágreiðing fram, har ráðið kemur við sínari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina í samfelagnum.

Í farnu viku fanst Fólkatingsumboðið fyri Sambandsflokkin, Anna Falkenberg, at Høgna Hoydal, landsstýrismanni í Uttanríkismálum, har hon skýrdi Landsstýrið fyri at sita hendur í favn og bíða til kladdan er skrivað, heldur enn at luttaka í samráðingunum um verjusemjuna, sum nú skal gerast í Danmark.

Og so verður nýggj veljarakanning umframt Russlandssamstarvið viðgjørt í Dimmalætting, sum kemur út í vikuni, og har fer Árni at avdúka eitt sindur, hvat veljarakanningin og meiningarkanningin siga.

“Stjórnin – politikkur á skák” kemur beint eftir tíðindini klokkan 17.

Sendingin verður endursend í morgin, hósdagin, klokkan 10, og verður síðan løgd út á heimasíðuna, fm1.fo.