Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Størsta ukrainska dronuálop síðan kríggið byrjaði

Seks flogfør vórðu oyðiløgd. Russland lovar hevnd

Ukraina framdi eitt dronuálop í seks ymiskum økjum í Russlandi seint í gjárkvøldið og í nátt, sambært russisku verjuni.

Sambært tíðindastovuni AP, so varð millum annað lopið á ein hernaðarflogvøll í Pskov-økinum í Vesturrusslandi, bert 30 kilometrar frá estiska markinum. Russiski býurin Pskov liggur 800 kilometrar frá ukrainska markinum.

Fýra russisk hernaðarflutningsflogfør av slagnum ll-76 vórðu rakt, sum kosta umleið 340 milliónir krónur hvørt. Eisini eru óváttaði tíðindini, at tvey flogfør afturat fingu skaða.

Umframt hetta dronuálopið í Russlandi, so vóru eisini dronuálop framd í Bryansk, Kaluga, Orlov, Moskva, Ryazan og á Krim-hálvoynni.

Ukrainskir myndugleikar plaga ikki at taka ábyrgd fyri álop á russiskari jørð, og stjórnin hevur heldur ikki hesa ferð sagt nakað um hesi álopini.

Russar framdu eisini álop í nátt. Ukrainski høvuðsstaðurin, Kyiv, var undir álopi, og sambært ukrainsku myndugleikum, so vóru 20 dronur skotnar niður. Tvey fólk doyðu, tá tey blivu rakt av vraklutum.

Russland lovar hevnd fyri ukrainsku dronuálopini
Russiska uttanríkisráðið sigur í dag, at ukrainsku dronuálopini á russiskari jørð fara ikki at verða gloymd, og at Ukraina kann vænta sær afturløning fyri hesi álop.

Maria Zakharova, talskvinna fyri russiska uttanríkisráðið, sigur í tíðindafundi í dag, at tílíkar dronur, sum vóru nýttar í Pskov, ikki hava megnað at flogið so langt uttan upplýsingar og hjálp frá londum í vestara heiminum.

Serfrøðingar meta hinvegin, at dronurnar ikki eru sendar úr Ukraina, men eru sendar úr Russlandi, og tí meta serfrøðingarnir, at hetta hevur tikið russisku myndugleikarnar av bóli, hvussu tað hevur borið til hjá ukrainskum serdeildum at ferðast langt inn í Russland, uttan at verða sæddir.

Les eisini...  BommiSurkan í Jukebox við jólagóðgæti

(NTB)