Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Rituvík 150 ár

Í ár eru tað 150 ár liðin síðani fyrstu niðursetuhjúnini, Per og Nicolina Højgaard, settu búgv í Rituvík. Henda stórhending verður fagnað við fleiri tiltøkum í heyst og komandi vár. Fyrsta tiltakið er eitt hátíðarhald fyri allar íbúgvarnar í Rituvík leygardagin 9. september klokkan 18

Sum eina hóskandi upptakt til hátíðarhaldið verður heimildarfilmurin ‘Mýrarnar tala’ endursýndur í Løkshøll 9. september klokkan 15. Filmurin førir okkum aftur á slóðina í Rituvík og til farvegin av teim gomlu torvheiðunum í Rituvík og vit hitta nøkur at teim fólkunum, sum upplivdu ta gomlu tíðina áðrenn nýggja tíðin við elektriskum streymi og olju troðkaði torvið av.

Tað eru Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen, sum hava lagt filmin til rættis. Eftir filmin verður kaffi og okkurt afturvið í kantinuni. Eisini er møguleiki at melda seg til ein busstúr frá Løkshøll, framvið Toftavatni og til torvlutirnar í Rituvík, sum eru partar av filminum. Tað verður Dánjal Petur Højgaard, ið kemur at greiða frá um torvskurð á túrinum.

Innbjóðingar til hátíðarhaldið 9. september eru nú bornar út til øll húski í Rituvík. Freistin at melda seg til er 4. september. Um so er, at onnur við ættarbondum til Rituvíkar sum eru búsitandi aðrastaðnis, ynskja at luttaka, ber til at seta seg á ein lista við at senda ein teldupost til rituvik150@runavik.fo , og skriva navn/nøvn og bústað í seinasta lagi 4. september.

Soleiðis stendur at lesa í bókini ‘Saga Eysturoyar’ eftir Kristian Osvald Viderø:

“Fyrstur sum lagdi trøð inn í Rytuvík og flutti yvir hagar at búgva, var Per, sonur Dánjals bónda á Toftum. Hann var tá tuttugu og eitt ára gamalur og nýliga kvæntur. Kona hans, Nicolina av Nesi, var tá nítjan ára gomul. Tey vóru bæði úr sterkum bergi brotin, og alfús og full av áræði fóru tey undir tað stóra verk at grundvalla nýggja bygd, har fjølmikið fólk skuldi nørast. Tey vóru eins og tvey trø av Guði blessað og bóru miklan ávøxt; ikki tí lendið var frjósamt, og strondin var háur bakki, svá at ilt var at fáa bát á flot…”.

Hátíðarhaldið hevur fingið egið búmerki, sum Sjúrður Højgaard, grafiskur sniðgevi í Kodio, hevur gjørt. Seinni í ár verður konsert í kirkjuni, bókaframløga og fagnaðarguðstænasta, og meira verður at frætta um hesi tiltøkini í næstum.

Les eisini...  Starvsfólk á eftirskúla ákært fyri kynsligan ágang

Til ber at halda seg dagførdan á serstøku vangamyndini á Facebook: Rituvík 150 ár