Gestir hjá Petur Asbirni Lervig í Fótbóltsskýlinum í dag vóru landsliðssamskiparin hjá FSF, Andrass Thomsen, ið eisini ofta hevur altjóða uppgávur sum UEFA-umboð (delegate), og Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá FSF, ið eisini ofta hevur altjóða uppgávur sum UEFA-dómaraeygleiðari. Andrass og Lassin greiddu frá teirra arbeiðs- og virkisøkjum, bæði altjóða og heima í Føroyum. Fyrst í sendingini hevði Petur Asbjørn tó Tummas Lervig og Kaj Dam hjá KÍ ígjøgnum fyri at fáa teir at seta orð á Europa Conference League lutakastið hjá KÍ, har teir møta Lille, Slovan Bratislava og Olimpic Ljubjana.
Tøkningur og mynd: Heri Simonsen
