Eftir 2-1 tapið fyri Sheriff Tiraspol úr útbrótaralýðveldinum í Moldova, Transnistria, er nú greitt, at KÍ fer at spæla í Conference League-bólkaspælinum. Vann KÍ í gjárkvøldið, so var møguleiki fyri at møta enska stórliðnum Liverpool FC í Europa Leage.
Men tað verður, sum sagt, í Conference League, at KÍ fer at spæla seks dystir í heyst. Tíðliga seinnapartin í dag verður lutakast í smáríkinum á suðurstrondini í Fraklandi, Monako, har drigið verður um, hvør skal spæl móti hvørjum í bólkaspælinum.
Tað eru eisini gamlir kenningar, sum KÍ kann møta. Eitt av hesum liðum er liðið úr slovakiska høvuðsstaðnum, Slovan Bratislava. Hetta kundi blivið tveir áhugaverdir dystir – serliga tá hugsað verður um dystin í august í 2020, ið ongantíð varð leiktur.
Hetta var í koronutíðini, og ein í ferðaliðnum hjá slovakiska meistaraliðnum var testaður positivt fyri koronu, og so mátti alt liðið antin fara í sóttarhald ella fara av landinum. Tó kom UEFA fram til, at Slovan skuldi fáa ein møguleika afturat at senda eitt lið til Føroya, sum vóru spælarar úr U23-hópinum umframt nakrir spælarar, ið høvdu verið í sóttarhaldi vegna korona, men her var søgan enn einaferð tann sama, tá ein spælari varð testaður positivur fyri korona við komu á flogvøllinum, og so mátti hetta ferðalagið eisini fara í sóttarhald.
UEFA hevði útsett dystin í tveir dagar, men tá ið dystur skuldi spælast í Klaksvík hendan fríggjadagin í august, so møtti einki útilið upp í Klaksvík. Ferðalagið hjá Slovan Bratislava fór heldur av landinum hendan dagin, og sendu eina klagu – fyrst til UEFA og síðan til ítróttardómstólin, CAS, men sakin varð víst burtur.
Sostatt vann KÍ hendan dystin 3-0 á skrivaraborðinum, og tað vakti stóra vreiði og ónøgd í slovakiska felagnum og hjá fjepparum, sum millum annað skrivaðu nógv ljót boð á Twitter og øðrum sosialum miðlum um KÍ og um Føroyar, eftir at aðalstjórin og eigarin í felagnum, Ivan Kmotrík, yngri, greiddi miðlunum í heimlandinum frá, at teir vóru offur fyri einari ráðagerð frá føroysku myndugleikunum og KÍ, sum hann skýrdi høvdu lagt fótonglar fyri sær og felag sínum, Slovan Bratisava.
(Greinin heldur fram undir myndini)

Aðalstjórin og eigarin av Slovan Bratislava, Ivan Kmotrik, yngri, var ikki blíður við føroyskar myndugleikar og KÍ, tá liðið lendi aftur í Bratislava fríggjadagin 21. august í 2020 (Mynd: TASR)
Undan lutakastinum í dag er greitt, at KÍ er í fjórða styrkisbólki, har lið sum Slovan Bratislava, og ein annar gamal KÍ-kenningur, Bodø/Glimt, eru at finna í potti tvey. Í potti tvey eru eisini Aston Villa úr Onglandi og Fiorentina úr Italia. Í fyrsta potti er millum annað Ferencvaros, sum KÍ byrjaði sítt evropeiska ævintýr ímóti. Í fyrsta potti finna vit eisini Fenerbahce og franska Lille
Tveir nevndarlimir í KÍ, Tummas Lervig og Kaj Dam eru staddir í Monako, har bólkalutakastið verður klokkan 13.30.
Hetta eru liðini, sum hava vunnið sær luttøku at spæla í Europa Conference League í ár:

Slovan Bratislava TV hevði hesa upptaktina úr Klaksvík, áðrenn alt kaosið byrjaði: