Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nýggj samstarvsavtala undirskrivað um antidoping

Í farnu viku hava umboð fyri Anti Doping Danmark verið á vitjan í Føroyum. Endamálið við vitjanini var millum annað at undirvísa dopingeftirlitsfólkunum í Føroyum og at undirskriva samstarvsavtalu við Anti Doping Føroyar. Harumframt var eisini fundur við FSF um ymisk viðurskifti

Endamálið við at gera eina samstarvsavtalu við Anti Doping Danmark er at tryggja okkum, at vit í Føroyum eru dagførd í mun til tey krøv, ið verða sett dopingmyndugleikum. Samstarvsavtalan við Anti Doping Danmark ger, at antidopingarbeiðið í Føroyum er komið í eina trygga legu. Anti Doping Danmark hevur í nógv ár verið ein góður samstarvsfelagi og hevur veitt eina sera góða tænastu.

“Vit hava eitt sera gott samstarv við Anti Doping Danmark. Við samstarvsavtaluni hava dopingkontrollantar í Føroyum møguleikar at útbúgva seg gjøgnum útbúgvingarnar, sum Anti Doping Danmark skipar fyri. Sostatt er avtalan við til at tryggja fakliga støðið hjá dopingkontrollantum í Føroyum”, sigur Jónas Tór Næs, formaður í Anti Doping Føroyum.

Umframt at taka dopingroyndir er ein av uppgávunum hjá Anti Doping Føroyum at kunna fólk um antidoping.

“Kunning til ítróttasambond og íðkarar er ein rættiliga týðandi partur av arbeiðnum hjá okkum. Í hesum sambandi tryggjar avtalan við Anti Doping Danmark, at vit kunnu brúka undirvísingartilfar um antidoping og talgildu undirvísingarpallarnar, sum Anti Doping Danmark hevur”, leggur Jónas afturat. Hann sigur, at hetta ger arbeiðið hjá Anti Doping Føroyum munandi lættari.

Stjórin í Anti Doping Danmark, Kim Højgaard Ravn, er eisini sera væl nøgdur við samstarvið við Anti Doping Føroyar.

“Vit eru ógvuliga glað fyri framhaldandi samstarvið við Anti Doping Føroyar. Vit hava altíð havt eitt sera gott samstarv við starvsfelagar okkara í Føroyum, bæði tá talan er um vegleiðing til dopingeftirlit og til undirvísing. Tíbetur ger nýggja avtalan, at hetta góða samstarvið heldur fram”, sigur Kim Højgaard Ravn.

Les eisini...  Sjúrður Olsen og Sólbjørn Thomsen vóru bersøgnir um døming í Fótbóltsskýlinum

20 royndir tiknar higartil í ár
Higartil í ár eru 20 dopingroyndir tiknar av føroyskum ítróttafólki. Royndirnar eru tiknar í hesum ítróttagreinum:

Innirógving: 3

Rógving: 6

Fótbóltur: 4

Vektlyfting: 3

Kurvabóltur:4

Eingin positiv roynd er tikin higartil í ár. Anti Doping Føroyar hevur varhugan av, at føroysk ítróttafólk eru tilvitaði um antidoping, og er hetta at fegnast um.

Anti Doping Føroyar hevur sett sær fyri at taka einar 40-50 royndir í ár.

Venjingarmiðstøðirnar eru eisini fevndar av føroysku lóggávuni. Ætlanin hjá Anti Doping Føroyum er at fáa samstarvsavtalur við venjingarmiðstøðirnar soleiðis, at hesi kunnu lýsa við, at doping ikki er loyvt í teirra venjingarhølum.