Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Munnligur spurningur til Ruth Vang, landsstýriskvinnu, ið verður settur mikudagin

Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður, setur Ruth Vang hendan spurning

Munnligur fyrispurningur

eftir § 52 í Tingskipanini

Spyrjari:  Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður

Svarari:  Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Evni:  Fíggjar- og búskaparmál

Spurningar:  

  1. Hvørji tøl hevur landsstýrið, ið ikki eru kend fyri búskaparráðið ?
  2. Ætlar landsstýrið at fylgja búskaparráðnum og tryggja haldførið ?

Viðmerkingar:

Í heystfrágreiðingin frá búskaparráðnum verður víst á týðandi viðurskifti í føroyska búskapinum, bæði uppá stutt skygt í sambandi við komandi fíggjarlóg og vantandi langtíðarhaldførið í føroyska búskapinum.

Eftirfylgjandi útsagnir frá løgmanni og landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum vóru at landsstýrið hevði onnur tøl í metingum um úrslitið fyri 2023, sum góvu yvirskot. Eisini kom fram at ætlanin ikki var at lurta eftir búskaparráðnum, tí vallyftini skuldu haldast.

Vallyftini hjá Framsókn vórðu haldførið, meðan Javnaðarflokkurin hevði vallyftið sum kostaðu hundrað tals milliónir, styttri arbeiðsviku, skattalætti, mvg-lætta av frukt og breyði o.a..

Higartil hevur samgongan lagt mest sum allar politiskar avgerðir til serfrøðina at greina og lýsa nærri, og nú er búskaparserfrøðin komin við sínum boði og spennandi verður at fylgja um samgongan vil brúka serfrøðina ella ikki.

Á Løgtingi, 06. september 2023

Bárður á Steig Nielsen