
(Varsjava, Pólland)
– Pólska landsliðið hevur verið ein skuggi yvir sær sjálvum síðan HM-endaspælið í Katar, og so hava gølur og annað eisini ávirkað liðið seinastu mánaðirnar. Tað hevur snøgt sagt verið ein ruðuleiki.
So bersøgin er Kuba Cimoszko, ið er ítróttarjournalistur fyri størsta net-ítróttarmiðilin í Póllandi, WP SportoweFakty.
Tað er eitt kroyst pólskt lið, sum skal møta Føroyum hóskvøldið, og tað er eisini ein kroystur venjari, sum hevur fingið nakrar ákoyringar frá pólsku miðlunum seinastu tíðina – og serliga eftir óvæntaða ósigurin móti Moldova í juni mánaða.
– Tað hevur verið alt ov nógv rumbul kring pólska landsliðið seinastu tíðina. Har hava verið tvídráttir í pólska hópinum, nú nýggi venjarin hevur roynt eitt ættarliðsskifti, sum ikki hevur eydnast væl. Portugisiski venjarin, Fernando Santos, er snøgt sagt ikki komin væl frá byrjan. Hann virkaði ikki til at hava sett seg inn í pólskan fótbólt, áðrenn hann gjørdist pólskur landsliðsvenjari, og hevur kanska gjørt í so drastiskar broytingar í landsliðshópinum, at tað hevur kostað í hesari undankappingini, sigur Kuba Cimoszko.
Fyrrverandi EM-vinnarin við portugisiska landsliðnum, Fernando Santos, gjørdist pólskur landsliðsvenjari hjá Póllandi í januar í ár, har hann hevur roynt at framt eitt ættarliðsskifti á pólska landsliðnum, men tað hevur ikki gingið eftir vild. Tí hevur hann leitað sær nakrar royndar spælarar fram aftur, ið annars ikki hava verið sæð á landsliðnum eftir HM-endaspælið í Katar.
– Robert Lewandowski hevur eisini verið alment úti og hartað teir nýggju spælararnar á landsliðnum, og tí haldi eg, at vit nú síggja so royndar spælarar sum 33-ára gamla Grzegorz Krychowiak og 35-ára gamla Kamil Grosicki verða úttiknir til pólska hópin móti Føroyum og Albania, sum skulu fáa eitt sindur av tí, ið vit kenna pólska landsliðið fyri, greiðir pólski ítróttarjournalisturin frá.
Skulu endurskapa pólska stoltleikan
Kuba Cimoszko greiðir frá, at tað hvílir eitt øgiligt trýst á pólska landsliðsvenjaran undan dystinum móti Føroyum.
– Fær Fernando Santos ikki eitt gott úrslit móti Føroyum, so hongur hansara starv í klønum tráð, eri eg bangin fyri. Men satt at siga, so haldi eg ikki, at venjarin hevur alla skuldina. Tað hava verið alt ov nógvir innanhýsis trupulleikar innanhýsis í hópinum, sum hevur órógvað ov nógv, sigur pólski ítróttarjournalisturin.
Kuba sigur, at føroyska landsliðið kann vænta sær at koma undir øgiligt trýst beinavegin í dystinum, tí hetta skal verða dysturin, tá ið pólska fólkið aftur fær álit og stoltleika fyri pólska landsliðnum.
Hann væntar ikki, at tað verður útselt á tjóðarleikvøllinum í Póllandi, PGE Narodowy, men hann væntar ein øgiligan stuðul frá áskoðarunum, men so er spurningurin, hvat pólsku spælararnir fara at vísa á vøllinum.
– Eg eri sjálvur ógviliga forvitin eftir at vita, hvat fyri reaktión, vit fara at síggja frá spælarunum eftir alt hetta órógvið, sum hevur verið kring landsliðið seinastu mánaðirnar. Áskoðararnir fara ikki at skuffa, men fara spælararnir?, sigur Kuba Comoszko spyrjandi.
Pólski ítróttarjournalisturin væntar ein pólskan sigur í annaðkvøld, men so er tað líka tað, at tað ikki hevur gingið eftir vild seinastu tíðina.
– Eg vænti sjálvandi ein pólskan sigur móti Føroyum, men eftir ósigurin móti Moldova og óskilið á pólska landsliðnum seinastu tíðina, so liggur tað stóra hóttafallið og lúrir onkursvegna, men tað eigur teoretiskt ikki at henda, hugleiðir pólski ítróttarjournalisturin Kuba Comoszko, sum arbeiðir fyri størsta net-ítróttarmiðilin í Póllandi, WP SportoweFakty.


