Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Paul Potts atgongumerki skrædd vekk

Tað tók minni enn eitt døgn at selja út konsertina við Paul Potts, og tí verður nú skipað fyri eykakonsert

Tað tók minni enn eitt døgn at selja út konsertina við Paul Potts.

Tí hevur hann játtað seg at gera eina eykakonsert og tað fegnast fyriskiparirnir um, tí áhugin tykist yvirstórur.

Eykakonsertin verður klokkan 21:00 týskvøldið 28.novembur, sama kvøld sum fyrsta konsertin.  Tað verður tíverri ikki møguligt við eini triðju konsert, av tí at Potts ferð víðari á sínari konsertferð kring heimin.

Tí er at skunda sær at tryggja sær atgongumerki til eykakonsertina.