Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Polakkar greiddu sína skyldu – men so ikki meira enn tað

Undan dystinum millum Føroyar og Pólland, hevði pólski liðskiparin, Robert Lewandowski, hartað sínar egnu spælarar, tí teir ikki vísti rætta hugburð á landsliðnum, men sum so mangar ferðir áður, so mátti Lewandowski vísa vegin fyri polakkar, sum tó fingu hjálp at koma í gongd av einum heldur ivasomum VAR-brotssparki

Landsliðið 2023 seinna helvt

(Varsjava, Pólland)

Pólland 2 – 0 Føroyar (0-0)

Tað var eitt kroyst pólskt lið og ein kroystur venjari, sum tók ímóti Føroyum á PGE Narodowy-leikvøllinum í pólska høvuðsstaðnum, Varsjava, í kvøld. Ongantíð áður hevur føroyska landsliðið spælt frammanfyri einari so stórari áskoðarafjøld sum í kvøld.

Áskoðarafjøldin var eisini sera mælsk fyrstu løtuna av dystinum og stuðlaði sínum liði, men so við og við sum fyrri hálvleikurin leið, gjørdist mælska fjøldin alsamt meira kvirr – men tað larmar altso nógv, tá 54.129 fólk rópa og heppa á sítt lið, skal eg heilsa og siga.

Undan dystinum var væntandi, at føroyska liðið fór at koma undir eitt øgiligt trýst frá byrjan, og tað gjørdu føroyingar eisini, men tað gjørdist skjótt greitt, at rætti taktikkur varð valdur til dystin í kvøld, tí føroyska liðið stóð væl til polakkar, sum ikki skaptu teir heilt stóru málmøguleikarnar í fyrra hálvleiki.

Men so tveir minuttir fyri hálvleik kom ljóðið frá pólsku áskoðarunum – hetta doyvandi buh-ljóði – at hetta er altso ikki gott nokk. Pólsku áskoðararnir góvu ilt av sær, og fólk veipaðu og peikaðu eftir sínum spælarum frá áskoðaraplássunum, meðan spælararnir fóru inn til hálvleiks.

0-0 í Varsjava í hálvleikinum.

Tað var væntandi, at Pólland fór at koma út til seinna hálvleik sum eitt óløgið. Jú, gamaní hildu polakkar fram at trýsta føroysku verjuna, men heilt vandamiklir vóru teir ikki í byrjanini av seinna hálvleiki – tó so, so høvdu polakkar eitt hornaspark, sum bleiv skallað á tvørtræið.

Føroysku spælararnir søgdu undan Pólland-dystinum, at tað mátti gjarna blíva eitt sindur primitivt í kvøld, har tað handlaði um at draga ferðina niður í dystinum, og tað eydnaðist millum annað við at onkur spælari bleiv “skaddur”.

Les eisini...  Matur fyri Pætur nr. 4 - Fiskafrikadellur og Klapptosk.

Men tá ið tað ikki riggaði hjá pólsku spælarunum at fáa gongd í álopsspælið, so mátti VAR sjálvandi koma til og spilti ballið, tá ein føroyskur verjuspælari var mettur at hava havt hondina á skeivum stað – a soft penalty, vildu bretar sagt.

Liðskiparin og stjørnan Lewandowski bleiv settur at skjóta, og hann setti bóltin trygt í netið til 1-0 til heimaliðið.

Síðsta korterið gjørdu bæði liðini nakrar útskiftingar. Orkan var eisini so smátt farin at gera um seg hjá føroysku spælarunum, ið stóðu seg manniliga í torføra útidystinum móti Póllandi.

Polakkar fingu eitt mál afturat, og tað var sjálvandi Lewandowski, sum enn einaferð vísti vegin, tá hann sera hegnisliga lobbaði bóltin uppum Mattias Lamhauge í føroyska málinum, og so var 2-0. Tá vóru 83 minuttir leiktir.

Endaliga støðan í Varsjava í lýggja seinsummarveðrinum gjørdist sostatt ein 2-0 sigur til Pólland, og so kundi portugisiski venjarin, Fernando Santos, anda lættliga, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð.

Føroyska landsliðið spælir longu aftur sunnudagin, tá Moldova kemur á vitjan á Tórsvølli.  

Byrjanaruppstillingin sá soleiðis út:

(Føroyar – 5-4-1):

Mattias Lamhauge – Gilli Sørensen, Hørður Askham, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen, ið eisini er liðskipari – Sølvi Vatnhamar, René Shaki Joensen, Gunnar Vatnhamar og Jóannes Bjartalíð – Jóan Símun Edmundsson

Á bonkinum frá byrjan vera Bárður á Reynatrøð, Teitur Gestsson, Ári Mohr Jónsson, Andrias Edmundsson, Jóannes Kalsø Danielsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Andrass Johansen, Hannes Agnarsson, Pætur Petersen, Stefan Radosavljevic, Klæmint Andrasson Olsen og Brandur Hendriksson Olsen.

Landsliðið 2023 seinna helvt