Í 1975 varð 25 ára gamli danin, Peter Kordt, settur sum venjari hjá Tvøroyrar Bóltfelag. Í 1974 hevði Peter Kordt verið sjefur og vegleiðari hjá ungdómsdeildini í Skovlunde, og við sær til Tvøroyrar hevði hann ein annan dana, nevniliga 23 ára gamla Claus Müller Bendixen, sum hevði spælt í Kjøbenhavns Boldklub (sum nú er partur av FCK saman við B1903).
Tað var ikki fyrstu ferð, at TB hevði fingið leikara beinleiðis úr KB, tí Poul Effersøe, sum í 1890-91 vann danska meistaraheitið við Kjøbenhavns Boldklub, var við til at stovna TB í 1892.
Í triðja umfari í 1975 tann 19. mai møttust TB og VB á Sevmýru. Fyrri hálvleikur endaði málleysur, men tá Johannis Nielsen legði VB á odda tíðliga í seinna hálvleiki, kom av álvara gongd í hjá TB og serliga hjá dananum á liðnum, Claus Bendixen, sum byrjaði málskjótingina, tá ein tími var leiktur. Dan Nielsen endaði við tveimum málum, so TB vann 5-1 og Claus Bendixen (ella Claus Müller, sum stendur skrivað í Dimmalætting) gjørdist sostatt fyrsti útlendingurin í føroyskum fótbólti, sum skoraði hattrikk.
Claus Bendixen skoraði tvey mál afturat fyri TB í einum 2-4 tapi fyri HB og TB endaði á 3. plássi. Hetta árið Peter Kordt var venjari hjá TB, byrjaði stamman, sum vann TB meistaraheitið í 1976, greipuna í 1977 og meistaraheitið í 1980.
Danin Finn Jegaard skoraði eisini hattrikk fyri HB í 8-0 sigrinum á ÍF í 1974, men mamman er føroysk, so hann kann ikki roknast sum útlendingur í hesum høpi.
