Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tað sá so gott, men…

Sjáldan hevur spælið sæð so gott út sum í fyrra hálvleiki, men so fór alt út gjøgnum vindeygað í seinna hálvleiki

Raksturin gekk væl, men grindin slapp.

Soleiðis kundi stutt verið sagt – á vánaligum fótbóltsmáli – um dystin millum Føroyar og hitt Rumenia, Moldova.

Føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, hevði framt fýra broytingar í byrjanaruppstillingini til dystin móti Moldova, samanborið við 2-0 tapið fyri Póllandi fyrr í vikuni. Føroyska liðið spældi við tveimum áleyparum frá byrjan.

Føroyingar byrjaðu dystin væl, og longu eftir fimm minuttum høvdu føroyingar havt nakrar góðar málmøguleikar, millum annað eitt gott skot frá Jóannes Bjartalíð, men skotið fór á tvørtræið.

Tað var lítið vit sóu til útiliðið, men eftir eitt korter varð leikt, kom Moldova til fyrsta málmøguleikan, men høvdarin fór við síðuna av.

Føroyingar vóru nógv á bóltinum, har tað var gott at síggja fúrstin á landsliðnum aftur, Brandur Hendriksson, diktera spælið.

Men vit sóu eisini, hvussu skjótt tað gekk hinvegin, tá moldovar vunnu bóltin og settu skjótar umstillingar í gongd, og tað mundi enda galið, eftir at 25. minuttir vóru spældir, tá útiliðið kom í yvirtalsstøðu, men lukkutíð kom eitt føroyskt bein ímillum, tá ein moldaviskur spælari bert skuldi koyra innaru síðu á bóltin, sum tí heldur fór til horna.

Hóast føroyingar høvdu bóltin 67 prosent av tíðini í fyrra hálvleiki, har tað til tíðir sá heilt gott út – serliga í byrjanini av dystinum, so manglaði onkursvegna tað síðsta.

0-0 hálvleikinum.

Men alt tað, ið sá gott út í fyrra hálvleiki, fór – á vánaligum fótbóltsmáli – út gjøgnum vindeygað í seinna hálvleiki, tá føroyingar missa bóltin á miðjum vølli, tá Jákup B. heldur ov leingi upp á bóltin. Moldova fer í skjótt mótálop, spæla breitt og síðan kundi Vadim Rata leggja útiliðið á odda 1-0, eftir at 53 minuttir vóru leiktir.

Les eisini...  Tíðindini klokkan 12

Løtu seinni er við at enda heilt galið, tá Moldova hevur hornaspark. Vandamikli áleyparin Ion Nicolaescu fær høvdið á bóltin, sum er á veg í mál, men Mattias Lamhauge bjargar sera væl.

Nú høvdu moldovar dystin júst har, sum teir vildu hava hann. Føroyar vórðu noyddir at trýsta, meðan spælararnir hjá Moldova nú veruliga kundu dúvað upp á skjótt mótálop.

Føroyingar gjørdu eina síðstu roynd at trýsta Moldova í seinastu minuttunum, har onkur góður málmøguleiki kom burturúr, millum annað ein skallari frá Gunnari Vatnhamar, men hetta var ikki dagurin.

Endaliga úrslitið gjørdist 1-0 til hitt Rumenia, og nú liggja Føroyar avbyrgdar í botninum í bólki E.  

Byrjanaruppstillingin sá soleiðis út:

(Føroyar 4-4-2):

1 Mattias Lamhauge – 14 Gilli Rólantsson, 15 Odmar Færø, 16 Gunnar Vatnhamar, 3 Viljormur Davidsen – 7 Jóannes Bjartalið, 8 Brandur Hendriksson Olsen, 22 Jákup Biskopstø Andreasen, 21 Andrass Johansen – 11 Klæmint Andrasson Olsen, 9 Jóan Símun Edmundsson.