Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Djokovic vann US Open – setti nýtt met fyri aðru ferð í ár

Djokovic hevur vunnið 24 grand slam meistaraheiti og ehvur lagt seg ájavnt 50-ára gamla metinum hjá Margaret Court

Novak Djokovic er nú fyrsti maður at vinna 24 grand slam meistaraheiti, eftir at hann í gjár vann US Open finaluna móti Daniil Medvedev.

Djokovic átti harrametið frammanundan, og við 24. Grand slam meistaraheitinum hevur hann eisini lagt seg ájavnt metinunum hjá hjá Margaret Court. Sostatt eru bæði harra- og kvinnumetini fyri grand slam meistaraheiti 24.

Djokovic vann dystin í trimum settum, og hóast tað í grand slam kappingum verður spælt best av fimm, og Djokovic vann við minstu margu í settum, so var talan ikki um ein ójavnan dyst, sum úrlslitið kundi givið fatan av.

Djokovic breyt servuna hjá Medvedev longu í øðrum partíi í fyrsta setti, og yvirhøvur var talan um eitt rættiliga trygt sett til Djokovic, sum endaði 6-3.

Annað sett var kortini eitt rætt maratonsett, ið mátti avgerast við tie-breakara eftir ein tíma og 44 minuttir. Aftur var Djokovic ovastur og vann settið 7-6 (7-5)

Báðir brutu servuna hjá hvørjum øðrum í byrjanini av triðja setti, men eftir hetta megnaði Djokovic at stýra restina av settinum, sum hann vann 6-3.

Djokovic legði seg ájavnt grand slam metinum hjá Rafa Nadal, tá hann í januar vann Australian Open fyri 10. ferð og samstundis vann sítt 22. Grand slam heiti.

Í summar setti Djokovic met, tá hann vann French Open, og nú hann hevur vunnið sína triðu grand slam kapping í ár, hevur hann altso aftur sett met. 

Við hesum seinasta sigrinum er Djokovic eisini einasti maður, ið hevur vunnið tríggjar av teimum fýra grand slam kappingunum sama ár fýra ferðir.