Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Pólskur journalistur: Fernando Santos verður koyrdur í dag ella í morgin

Kuba Cimoszko roknar við, at portugisiski venjarin hjá Póllandi missir starvið um heilt stutta tíð

– Vit tosa um dagar – ella rættari sagt tímar, so missir Fernando Santos starvið sum landsliðsvenjari hjá Póllandi.

So avgjørdur er ítróttarjournalisturin hjá WP SportoweFakty, Kuba Cimoszko, tá FM1 spyr hann, hvussu stendur til við venjaraspurninginum í Póllandi eftir pólska ósigurin í Albania í gjárkvøldið.

Tað hevur ikki bara gingið illa hjá Føroyum í hesari EM-undankappingini. Í bólki E finna vit eisini Pólland, sum í løtuni liggur á fjórða plássi í okkara bólki við seks stigum – fimm stig meira enn Føroyar.

Pólski tíðindamaðurin segði undan dystinum móti Føroyum, at starvið hjá Fernando Santos hekk í sera klønum tráð. Hetta, tí úrslitini ikki hava gingið eftir vild, men eisini tí at tað hevur verið alt ov nógv rumbul kring pólska landsliðið seinastu tíðina.

Eftir tap fyri Kekkia, Moldova og serliga eftir tapið fyri Albania í gjárkvøldið, so fleyt bikarið hjá pólska fótbóltssambandinum yvir í gjárkvøldið, tí sambært Kuba Cimoszko, so er avgerðin longu tikin at koyra portugisiska landsliðsvenjaran til hús. Pólska fótbóltssambandið brúkar nú tíð upp á, hvussu tíðindini skulu koma út, sambært tíðindamanninum.

Sostatt kunnu vit rokna við, at tað verður nýggjur maður við róðrið, tá Føroyar og Pólland fara at spæla landsdyst á Tórsvølli tann 12. oktober.

Pólski tíðindamaðurin roknar við, at tað verður ein av hesum trimum venjarunum, sum fær starvið sum nýggjur landsliðsvenjari hjá Póllandi: Marek Papszun, Maciej Skorża ella Adam Nawałka, sum ikki hevur verið venjari í fleiri ár, sambært Kuba Cimoszko.